16. sept. Vit sigla heim

Mest sum øll fóru upp at eta morgunmat millum 7 – 10 um morgunin. Aftaná sluppu vit at gera tað okkum lysti til klokkan 12. Tá fingu øll í okkara flokki og tey vaksnu eina tvíflís hvør sær.
Aftaná tað fingu vit okkum ein fríløtu, so vit gingu runt, og gjørdu tað vit vildu.
Summi lógu í koyggjuni, tí tey høvdu sjóverk, summi fóru í biograf og nøkur fóru at spæla bingo, Eirikur vann ein karamel pakka í bingo.

Fleiri brúktu nógvan pening uppá maskinurnar. Nøkur mistu og onnur vunnu, sum ein gløggur maður einaferð segði “Tab og vind med samme sind”

Klokkan bleiv 18 og øll fingu sær dagsins rætt, tað var eitt slag av kjøti, epli og grønmeti. Summi vóru so ring í sjóverki, at tey ikki ótu upp. Tað rullaði øgiliga illa, summi kláraðu ikki upp úr songini.

Har var ein danskur flokkur við umborð á Nørruni, ið kom at tosa við okkum. Helvtin av flokkinum vóru móð allan dagin av sjóverkstablettum.

Summi longdust øgiliga illa heim at síggja móðir og faðir síni aftur aftaná eina langa og stuttliga feriu. Onnur gleða seg bara at sleppa úr bátinum og á tað deiliga landið, Føroyar.

15. sept. Á ferð norðureftir :)

Dagurin byrjaði við at farið var í bussin, og vit hildu leiðina heimeftur. Mest sum øll svóvu í bussinum, tí hetta var ein langur busstúrur, ið tók eini 12 – 13 tímar, vit høvdu øll sitið í bussinum frá klokkan 22 kvøldið fyri. Klokkan 6 fóru øll inn í Fleggaard at keypa sær okkurt lekkurt, og har vóru vit ein tíma. Leiðin gekk so víðari, og aftaná ein ella tveir tímar settu vit øll okkum inn í Vejle trafikcenter, og ótu morgunmat.

Tá vit høvdu etið, skiftu vit bussførara,  Svend Erik, ið hevði koyrt okkum runt í Týsklandi, skifti um við eina konu, ið síðan koyrdi okkum víðari. Aftaná tað koyrdu vit eini tveir tímar, og komu til eitt sentur í Hjørring, har kundu vit shoppa í 45 minuttir. Nógv keyptu klæðir, og mest sum øll keyptu sær ein franskan hotdog áðrenn farið var í bussin aftur.

Aftaná tað gekk leiðin oman á keiina, og síðan umborð á Norrøna. Vit høvdu øll tungar taskur, so tað var strævið at bera tað heila umborð. Norrøna sigldi klokkan 16, og so byrjaði leiðin heimeftur eftir eina ótrúliga góða viku í Tropical Islands.

14. sept. Seinasti dagur í Týsklandi

Fríggjadagurin var okkara seinasti dagur í Tropical Islands, og hetta var eisini ein frídagur.  Vit fóru í song, tá ið vit vildu, og fóru upp tá ið vit vildu. Mest sum øll fóru at svimja hendan fagra sólskinsdag. Vit sluppu at svimja til klokkan 13:30, tí vit skuldu lata armbondini inn, sum vit brúktu til at gjalda við inn í Tropical Islands, og vit skuldu fáa nýggj. Tá vit høvdu gjørt tað, fóru vit til húsini og fingu okkum at eta.

Klokkan 16 var planurin at fara at koyra á Segway, men tá ið vit komu á staðið, vísti tað seg, at tað var stongt, vit vórðu øll sera skuffaði, men so avgjørdu vit, at fara aftur at svimja.

Klokkan 19 fóru vit at eta í Tropical Islands, og aftaná fóru nøkur av okkum at svimja fyri síðstu ferð í Tropical Islands. Klokkan 21:45 møttust vit uttanfyri húsini og bíðaðu eftir bussinum, í meðan gamli Jan og Karl smart fóru at hyggja eftir, um vit høvdu ruddað og um vit høvdu gloymt nakað eftir í húsunum. Klokkan 22:30 koyrdi bussurin avstað, øll vóru sera kedd, tí at øll høvdu havt eina sera góða og hugnaliga viku í Tropical Islands.

13. sept. Aftur á útferð

Dagurin byrjaði við at øll fóru upp kl. 8. Nøkur av okkum fóru at vekja Sigurgunn, tí hon hevði føðingardag. Kl. 9 fóru vit avstað til Sachsenhausen, tað tók uml. 2 tímar at koyra.

Sachsenhausen var tann fyrsta týningarlegan, sum nazistarnir bygdu og teir brúktu hana sum model fyri allar hinar, sum seinni komu. Komin til Sachsenhausen fingu vit ongan ferðaleiðara, men vit kláraðu okkum sjálvi í bólkum. Sachsenhausen er eitt sera áhugavert stað har vit sóu bæði barakkirnar tey svóvu í, fongsli, sjúkrahúsið og summi sóu eisini gasskamarið.

Vit fóru frá Sachsenhausen kl 13, til Olympicstadion. Tað tók ein tímans tíð at koyra. Vit ótu eplabátar í Stadion caféini og síðan fóru vit víðari at hyggja okkum runt. Har var ein fjepparahandil við øllum møguligum, og summi keyptu sær okkurt tinganest har, ella keyptu gávur til onkran heima. Uttanfyri var Olympiski svimjihylurin, tað hildu summi eisini vera sera áhugavert at síggja.

Vit vóru heima aftur umleið kl 17 – 18. Har kundu vit gera, sum vit vildu til kl 19, tá skuldu øll samlast við inngongdina til Tropical Island, har vit fóru at fáa okkum okkurt til matna. Aftaná fóru summi at svimja, Karl og Jan hildu seg ikki aftur, og fóru í allar rusjibananar.

Dagurin var góður og áhugaverdur, við góðum veðri.

12. sept. Súkklutúrur í Berlin

Dagurin byrjaði kl 7.30, vit fóru so tíðliga upp, tí bussurin koyrdi kl 08:30, tað tók uml ein tíma at koyra til Berlin. Vit skuldu byrja súkklutúrin kl 10, men hjá ”Berlin on Bikes” var kø, so vit máttu bíða eina løtu. Okkara guidir Hans und Stephan komu og heilsaðu uppá okkum, meðan vit bíðaðu, teir vóru sera fittir og hjálpsamir. Vit vórðu deild í tveir bólkar. Anja og Lis høvdu valt at dreingirnir vóru ein bólkur og genturnar vóru ein. Dreingirnir fóru fyrst avstað, vit hildu, at vit skuldu somu rutu, men tað fóru vit ikki, summi støð sóu bæði holdini, men ikki øll.

Hans  var guide hjá gentunum, og hann dugdi sera væl at forklára – sjálvt um tað tók nokkso langa tíð, so túrurin bleiv nógv drúgvari, enn hann skuldi.

Vit fingu nógv at vita um munin á eystur og vestur Berlin, og vit sóu fyrst ein bygning frá gamla eystur Berlin, bygningurin var gráur og sera ljótur. Síðani fóru vit til eitt stað, har vit kundu keypa okkurt lekkurt. Tað var beint við eitt petti av múrinum, og har kundu vit eisini fara upp í eitt torn, har man sá, hvussu tað sá út ímillum múrarnar.

Hans fortaldi okkum eina ræðulig søgu um royndina hjá tveimum ungum monnum at flýggja yvir múrin, annar kláraði tað, meðan hin bleiv skotin, og doyði í ”ingenmandslandi” millum múrarnar.  Síðani fóru vit víðari og sóu bæði slott, museum, og ymiskar aðrar bygningar.

Vit súkklaðu til nøkur av teimum mest kendum støðunum í Berlin t.d. Alexanderplatz og Brandenburger Tor. Vit súkklaðu eftir Unter den Linden og sóu ymisk minnismerki frá tíðini við Friedrich den Store t.d. Humboldt universitet og Statsbibliotekið.

Síðani fóru vit at eta á Burger king, tað smakkaði væl. Aftaná at vit høvdu etið, fóru vit upp í Fernsehnturm. Tað tók 40 sek at koyra upp á 206 m við elevatorinum, so vit  fingu proppar í oyruni. Tað var ein sera vøkur útsikt, sjálvt um har var trongt har uppi.

Tá vit komu heim, fóru tey flestu avstað til Tropical Island, meðan onnur hvíldu seg heima. Vit skuldu vera heima kl 22:00, men sluppu at ganga og mala millum húsini til kl 23:00, tí vit skuldu eisini tíðliga upp næsta dag.

11. sept. Vit hugna okkum í Tropical Island

Í dag fingu vit loyvi til at sova so leingi vit vildu, men øll fóru hampiliga tíðiliga upp. Summi ótu morgunmat, og so gingu vit bara yvir til Tropical Island, har vit svumu og stuttleikaðu okkum í fleiri tímar. Tey flestu fóru í vatnrutsjibanarnar, keyptu slush ice, og onkrar gentur sólaðu sær.

Veðrið var av tí allar besta, sólin bakaði niður, tað vóru uml. 30 stig.

Klokkan 17:30 skuldu vit øll samlast aftur, tí vit skuldu eta døgurða inni í Tropical Island. Har fingu vit nógv lekkurt at eta, og sjálvandi okkurt at drekka.

Aftaná fóru summi at svimja, og summi bara hugnaðu sær uppi á landi.

Klokkan 10 skuldu øll heim, men øll endaðu uppi í húsinum hjá teimum vaksnu, har vóru nógvar krønikur fortaldar til klokkan var 01.00. 

10. sept. Vit vitja Berlin Zoo

Vit blivu vakt klokkan 8, síðani fingu vit okkum morgunmat. Kl. 8.30 skuldu øll møta uppi á vegum, uttan fyri húsini hjá Lis, Anju, Jan og Karl.

Síðani kom bussurin, og øll settu seg væl fyri. Bussurin koyrdi okkum til Berlin Zoo, tað tók okkum 1 tíma og 15 minuttir at koyra. Vit komu fram kl. 10:30, so samlaðust øll uttan fyri bussin, har fingu vit so nøkur boð, sum vóru til restina av degnum.

Inni í Zoo fóru øll ymskar vegir, men vit høvdu fingið at vita, at vit skuldu ikki vera færri enn 4 í bólki, og at ein í bólkinum mátti hava telefon. Tað vísti seg, at tað vóru dreingirnir, sum vóru saman, og genturnar vóru saman.

Í Berlin Zoo eru 17.000 djór, so vit náddu ikki at síggja alt, men vit sóu bæði kend og ókend djór.

Tíðin flýgur avstað, tá ið man hugnar sær, og tá ið vit høvdu sæð nógv djór, skuldi vit longu møta við inngongdina aftur, tí klokkan var blivin 13. Ímeðan vit høvdu verið runt og hugt eftir djórum, høvdu Lis og Anja funnið okkum eitt stað, har sum vit kundu fáa mat, áðrenn vit skuldu ganga runt i tveir tímar afturat.

Vit valdu sjálvi, hvat vit vildu hava at eta, summi fingu sær wurst, og onnur fingu sær schnitzel. Aftaná døgurðan kundu vit fáa okkum kúlu ís ella slush ice.

Tá ið øll vóru liðug at eta, fóru vit aftur at hyggja eftir djórum. Onkur vóru móð av at ganga, so tey settu seg niður í skuggan at slappa av.

Dagurin var ein av teimum fagrastu døgum, man kann fáa, tað vóru 32 gradir, men út á kvøldið minkaði varmin.

Kl 16 skuldu vit so koyra heim aftur. Lis og bussførarin høvdu avtalað, at vit skuldu koyra framvið nøkrum av kendu støðunum í Berlin. T.d koyrdu vit framvið Aleksanderplatz, og Fernseherturn, men vit kundu ikki koyra framvið øllum, tí mikudagin skulu vit súkkla, og tá skulu vit súkkla framvið hinum kendu støðunum.

Tá ið vit komu heim, gjørdu vit beinanvegin klárt til at grilla, vit grillaðu búffar og pylsur. Tá vit vóru liðug at eta, fóru summi í húsini, meðan nógv fóru yvir í Tropical Islands at svimja og hugna sær.

Mynd: Villiam S. Joensen

Nakrir týskir setningar

Seinastu ferð næmingarnir høvdu týskt, áðrenn vit fóru á námsferð, arbeiddu teir við at gera eina lítla orðabók. Teir valdu teir setningarnar, sum teir væntaðu at fáa mest brúk fyri á ferðini. Her eru setningarnir, so kunnu tit eisini læra tykkum:

  • Takk fyri: Danke schön
  • Ger so væl: Bitte schön
  • Eg eiti ….. : Ich heiβe …..
  • Eg búgvi í Føroyum: Ich wohne auf den Faröer Inseln.
  • Eg eri … ár: Ich bin … Jahre alt
  • Orsaka, hvussu komi eg til Alexanderplatz? Entschuldigung, wie komme ich zum Alexanderplatz?
  • Orsaka, nær koyrir bussurin til Brandenburger Tor? Entschuldigung, wann fährt der Bus nach Brandenburger Tor?
  • Eg vil fegin hava ein ís: Ich möchte einen Eis, bitte.
  • Eg vil fegin hava ein burgara við chips: Ich möchte einen Hamburger und Pommes Frites, bitte!
  • Eg vil fegin hava eina cola: Ich möchte eine Cola, bitte.
  • Hvat kostar fløgan?: Wieviel kostet die CD?
  • Hvat kosta hesar buksurnar? Wieviel kosten diese Hosen?
  • Hvat kostar hendan blusan? Wieviel kostet diese Bluse?
  • Hvat kosta hesir skógvarnir? Wieviel kosten diese Schuhe?

 

9. sept. Fyrsti dagur í Tropical Islands

I dag kl 10 møttust øll uttanfyri hjá Anju, Lis, Karl og Jan. Síðan fóru øll til gongu yvir til Tropical Island. Har svumu vit og stuttleikaðu okkum í fleiri tímar.

Veðrið hevur verið av tí allar besta – nógv sól, og vit lógu leingi úti og sólaðu okkum.

Kl 17.45 samlaðust øll aftur, tí vit skuldu eta døgurða inni í Tropical Island. Har fingu vit nógv lekkurt at eta, og drekka sjálvandi.

Aftaná fóru onkur aftur at svimja, og summið fóru yvir til húsini. Vit fingu strangar ordrar um, at vit skuldu vera heima aftur kl 22. Og nú, tá klokkan er farin av 22, sita tey flestu uttanfyri og hugna sær.

8. sept. Koma til Hirtshals – og koyra til Týsklands.

Í morgun skuldu vit upp kl. 07.00. Vit ótu morgumat við tað kalda borðið. So komu vit til Hirtshals, og har fóru vit í bussin, sum skuldi koyra okkum til Tropical Islands. Túrurin skuldi taka uml. trettan tímar.

 

Á vegnum høvdu vit nakar pausur. Fysti steðgur var við Vejle Transport Center, har vit bara sluppu á WC og at strekkja beinini. Tey, sum vildi keypa sær okkurt, máttu gera skjótt av, tí vit høvdu bara fimtan minuttir pausu. Í bussinum svóvu nógv í byrjanin og lurtaðu eftir tónleiki. Vit steðgaðu beint eftir, at vit vóru farin yvir um greinsuna til Týsklands, har fingu vit at eta. Vit ótu burgara og kips í eini cafe, og so fóru vit inn í eitt sentur, har vit keyptu mat og okkurt at drekka til morgunmat dagin eftir. Tey flestu keyptu sær bomm og sodavatn at hava við í bussinum og til íbúðirnar í Týsklandi.

Tá vit so fóru í bussin aftur, fór vit at syngja nakrar sangir. Vit høvdu nøkur hefti við, so øll kundu syngja við. Tað tók umleið ein tíma at syngja allar sangirnar. Næsti steðgur  var um kvøldið, tá skuldi bussurin hava diesel, og vit sluppu aftur at strekkja beinini og fara á WC. Aftaná síðsta steðgin, vóru tað tveir tímar eftir at koyra. At sova var ikki tað besta at gera tá, tí so høvdu vit ikki sovnað, tá vit komu til Tropical Islands.

Tá ið vit at enda komu fram til Tropical Islands var klokkan næstan midnátt, og har var bøla myrkt. Vit sóu einki, hvussu tað sá út, har vit skuldu búgva. Vit fóru bara í hytturnar, har vit fingu okkum okkurt at eta, um vit vóru svong. Tá vit høvdu etið, var tað bara at fara í song, ið manglaði.

Vit vóru sera móð av langa koyritúrinum, so tá var gott at sleppa at balla seg.